Markedets billigste bøger
Levering: 1 - 2 hverdage

Bøger udgivet af Bókadeild Føroya Lærarafelags

Filter
Filter
Sorter efterSorter Populære
  • af J.K. Rowling
    88,95 kr.

    Harry Potter varnast, at hann dugir ganda. Hann hevur verið illa viðfarin heima hjá stjúkforeldrunum, men tá ið hann kemur á Hogwarts, skúlan fyri gandakynstur og galdralist, ásannar hann undrandi, at hann er víðagitin gandakallur.

  • af Kristin Steinsdóttir
    88,95 kr.

    Drongurin Askur býr í vesturbýnum við mammu sínari. Í íbúðarblokkinum halda øll at bara vanlig fólk búgva har, men Askur veit, at so er ikki, har er bæði varúlvur, silvurfiskur, Pippi Smokkuleggur og ein eingil.

  • af Elin Mortensen
    88,95 kr.

    Um barnaárini á Tvøroyri, sum tá var ein hin virknasta bygdin í Føroyum. Lesarin fær innlit í skúlagongd, barnadagar við gleði og sorg, og eisini alt tað nógva virksemið, sum var í bygdini.

  • af Jakob Jakobsen
    88,95 kr.

    Í ævintýrasavninum eru ævintýr, sum Jakob Jakobsen, doktari í málfrøði, savnaði saman og skrivaði niður á pappír í farnu øld. Millum tey 15 ævintýrini í savninum eru millum annað ævintýrini um Øskudólg, Teir sjey svanirnar, Gullgásina og Risans Klótu. Njót tey saman við vøkru tekningunum hjá nøkrum av dugnaligastu myndprýðarum okkara. Ævintýrini eru øll umskrivað og hava fingið eitt meiri nútímans mál.

  • af Rakel Helmsdal
    88,95 kr.

    Tað er ikki heppið at eita Hugo, tá ið lærarin fer at lesa Klokkaran frá Notre Dame hjá Victor Hugo fyri flokkinum, og endin verður eisini, at Hugo verður eyknevndur Quasimodo eftir klokkaranum. Tá ið Hugo so eisini hittir Esmaraldu, er vónleyst at sleppa undan at verða happaður.

  • af Ulf Nilsson
    88,95 kr.

    Ein genta eigur ein hamstara, ið eitur Harra Muffin. Einaferð var hann ungur og sterkur og orkaði at bera og dragsa agurkur, men nú er hann gamal, móður og gráur. Hann hugsar um lívið hjá sær og mjatlar eina mandlu. Ein mikudag fær Muffin brádliga ilt í magan. Tey senda boð eftir djóralæknanum, men hon kannar hann og bara ristir á høvdinum - har er onki at gera.Ein heilskapað og hugvekjandi myndabók um tað at gerast gamal og doyggja. Bókin lýsir eisini, hvussu børn hugsa um deyðan.

  • af Johanna Tydell
    88,95 kr.

    Hetta er bókin um Puck, eina unga gentu, sum ger alt fyri ikki at missa tamarhaldið, ikki at lata nakran koma ov nær, ikki vísa hvør hon í grundini er. Men hetta er eisini søgan um ein pápa, sum hvarv, og eina mammu, sum varð verandi eftir.

  • - 172 tímar á mánanum
    af Johan Harstad
    88,95 kr.

    DARLAH er ein søga um ungfólk, ið leita eftir onkrum øðrum, onkrum nýggjum. Men tað eru eisini ein ræðusøga um rúmdina. Og ein søga um loynilig sambond, antin tey fjala seg í New York, Normandínum, Tokyo ella á mánanum.

  • - Ein genta sum bardist fyri útbúgving og broytti heimin
    af Malala Yousafzai & Patricia McCormick
    88,95 kr.

    Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.

  • af Ingelin Røssland
    88,95 kr.

    Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum. Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann svávulpinnar og setir eld á grasið. Tí hann ætlar at sløkkja tað við vatnslanguni. Men so gongur alt púra galið!

  • af Carolin Philipps
    88,95 kr.

    Bókin er hugtakandi bók um gøtubørn í Bukarest, og um hvønn týdning vinalag og samanhald hava. Hon snýr seg um Sandalu, sum er fimtan og býr í kloakkskipanini undir jørð í Bukarest.

  • af J.L.K. Grimm
    88,95 kr.

    17 ævintýr brøðurnir Grimm savnaðu fyrst í 19. øld, m.a. Øskufía, Klokkublóma, Frensurin í stivlum og Frúgvin Hulda.

  • af Mecka Lind
    88,95 kr.

    Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.

  • af Johanna Nilsson
    88,95 kr.

    Tær báðar Jonna og Gloria eru vinkonur. Tær sleppa at ganga í frið í skúlanum, líka til tær hava verið í einari veitslu, og mynd av Gloriu verður løgd út á netið, og ein bólkur verður gjørdur, sum eitur Hata horuna. Jonna velur at hevna hetta, og tað fær álvarsamar avleiðingar, bæði fyri Jonnu og Gloriu, men eisini fyri happaran.

  • af Gunnar Hoydal
    88,95 kr.

    Um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra - Hoydalar.

  • af Per Olov Engquist
    88,95 kr.

    Mina droymir altíð um eina óhugnaliga krokodillu og er ræðuliga bangin, tá ið hon vaknar. Men abbin sigur, at fyri at vinna á ræðsluni, mást tú gera okkurt passaliga vandamikið. Tí fara tey øll saman við abbanum eina rannsóknarferð.

  • af Heine Hestoy
    88,95 kr.

    Jóannes ger av at fara við línubáti til Nýfundlands, tá ið hann er liðugur við 9. flokk. Hetta dámar ikki pápanum, sum heldur vil, at hann skal fara í 10. flokk ella á studentaskúla. Hann hittir Marjuna í dansi tríggjar vikur fyri, at hann skal fara. Tey verða góð, og nú er ringt hjá Jóannesi at fara til skips.

  • af Gudrun Mebs
    88,95 kr.

    Sunnudagsbørn eru serliga eydnurík, og tá eydnan at enda kemur til gentuna á barnaheiminum, er hon øðrvísi, enn hon hevði hugsað sær.

  • af Maj Bylock
    88,95 kr.

    Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?

  • af Eveline Hasler
    88,95 kr.

    Einaferð var tað ein lítil býur, har fólkini bara góvu sær far um eitt. Tey elskaðu blómur. Men ein dagin helt borgarstjórin eina talu. Beinið blómurnar burtur! Beinið firvaldarnar burtur! Dreymar eru nyttuleysir!

  • af Maud Heinesen
    88,95 kr.

    Øll kenna abba, ið hvussu er í Vestmanna og í Klaksvík, tí har hevur hann búð fyrr. Nú býr hann í Havn, og vit eru bestu vinir.

  • af Fríðrík Erlingsson
    88,95 kr.

    Søgan er um eitt hendingaríkt summar í einum grannalagi nærhendis miðbýnum í Reykjavík. Forherðingurin og bakbeistið Svarti Helgi ger um seg og aftrar seg ikki við fúlastu misgerðum.

  • af Bo R. Holmberg
    88,95 kr.

    Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tendra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Ljósið fer at brenna í fimm dagar, og Agnas ger av at fara hvønn fimta dag til nýggjárs. Men onkur annar ger eisini tað. Bókin snýr seg um sterkar kenslur, sorg og lívsgleði. Ein innilig bók við humor, álvarsemi, veruleika og hugflogi.

  • af Anne Christine Østby
    88,95 kr.

    Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær. Astrid má stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til.

  • af Allison Prince
    88,95 kr.

    Jane, Derek og Danny búgva í London. Annar veraldarbardagi hevur vart í fýra ár, og tey halda seg hava fingið ferilin av týskum sneytarum.

  • af Carolin Philipps
    88,95 kr.

    Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.

  • af Ole Lund Kirkegaard
    88,95 kr.

    Søga um tríggjar dreingir og ein stork, eina føðingardagsveitslu, ein skatt, ein dreka við átta beinum og ein keypmann, sum etur kaspars-frø.

  • af Lene Kaaberbøl
    88,95 kr.

    Familjan Tonerre er flýggjað niðan í Hálendið, men tann hevndarhugaði Drakan og drekaherur hansara fáa alsamt meira vald, og Skammarin og børn hennara finna ongan tryggleika nakrastaðnina.

  • af Karl Bruckner
    88,95 kr.

    6.august 1945, klokkan eitt korter til nýggju. Uppi yvir býnum Hiroshima - ein bráðkveiktur glampi. Fyrsta kjarnorkubumban er brostin. Bókin lýsir á ein hugtakandi hátt henda grátiliga morgun. Smágentan Sadako er eitt av offrunum fyri fyrstu kjarnorkubumbuni. Men Sadako vil liva. Tá ið hon verður før fyri at evna til túsund tranar úr gullpappíri, fer hon at fáa heilsuna aftur. Túsund tranar.

  • af Mecka Lind
    88,95 kr.

    Isabel, sum er gøtubarn í Rio, er noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiði at rudda gøturnar fyri gøtubørn.

Gør som tusindvis af andre bogelskere

Tilmeld dig nyhedsbrevet og få gode tilbud og inspiration til din næste læsning.