Udvidet returret til d. 31. januar 2025

Bøger udgivet af Bókadeild Føroya Lærarafelags

Filter
Filter
Sorter efterSorter Populære
  • af Mecka Lind
    88,95 kr.

    Isabel, sum er gøtubarn í Rio, er noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiði at rudda gøturnar fyri gøtubørn.

  • af Heine Hestoy
    88,95 kr.

    Regin er 14 ára gamal, og honum dámar væl ítrótt. Alt kundi verið gott, men so er ikki. Pápin er sendur til Danmarkar at sita, tí hann hevur stolið. Men so hittir Regin Sáru, sum er blind. Hon og Regin verða góð, og saman eru tey sterk.

  • af Erling Poulsen
    88,95 kr.

    Frásagnir um ymiskt, sum fólk hava upplivað, t.d. fyriboðan og ávaring, ófrættatíðindi, feigdarboð, dulda megi og um at vera framsíggin.

  • af Mecka Lind
    88,95 kr.

    Mamma 13-ára gomlu Sonnu vil ikki hava dóttrina búgvandi longur. Sanna vil fyri alt í verðini ikki aftur á skúlaheimið at vera. Hon velur tí heldur ta ótespiligu gøtuna sum heim.

  • af Cecil Bødker
    88,95 kr.

    Søgan um hungursbarnið er um ellivu ára gamla neytadrongin Lárus, sum ein dagin, hann ansar neytunum á almenninginum, kemur fram á Tinku, ið er níggju ár. Hon er foreldraleys og einsamøll, men fram um alt svong og skitin; hon hevur megnað at halda sær á lívi í kroysuni saman við deyðu mammu síni í langa tíð. Lárus gevur Tinku mat og drekka og fær hana við sær heim á garðin, har hann tænir.

  • af Sólrún Michelsen
    88,95 kr.

    Kol býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.Tvey ár seinni ger hann av at fara út í heimin, og brátt verður honum greitt, at hann skal eina langa, trupla ferð. Hann fær góð ráð frá vísum fólkum og hjálparar, og hann fatar so líðandi, at hann er útvaldur at bjarga menniskjunum undan óndskapinum, ið er um at fáa alt vald har um vegir.

  • - Hungursleikirnir 2
    af Suzanne Collins
    88,95 kr.

    Annar partur í spennandi tríverkinum um Katniss Everdeen, sum noyðist á válin at stríðast fyri lívinum.Katniss hevur vunnið hungursleikirnar. Hon og felagin Peeta eru framvegis á lívi, og Katniss skuldi av røttum verið glað, men hon er alt annað. Vinmaðurin Gale roynir at halda sær frá henni. Peeta tosar als ikki við hana og teskað verður um, at ein uppreistur er í væntu ímóti Capitol – ein uppreistur sum Katniss og Peeta kanska hava stóra skyld í.Á sigursferðini runt í sýslunum koma tey bæði at uppliva nakað, sum setir tey í enn størri vanda, og so fær søgan eina brádliga og óvæntaða vend ...

  • af Mark Twain
    88,95 kr.

    Huckleberry Finn gongur fyri vág og vind í heimbýnum. Ein hjartagóð einkja roynir at fáa eitt hampafólk burtur úr honum, men hann orkar ikki fyri henni og rýmir út á eina sandoyggj úti í Mississippi. Har hittir hann Jim, nekaratrælin, sum er rýmdur. Teir gera ein flaka, og saman sigla teir oman eftir ánni og vóna at finna frælsi og sømilig kor.Bókin er ein klassikari og ógvuliga stuttlig. Hon lýsir væl viðurskiftini hjá svørtum fyri mongum árum síðani í amerikansku suðurstatunum.

  • af Suzanne Collins
    88,95 kr.

    Fyrsta bók í røðini um Hungursleikirnar og Katniss EverdeenHungursleikirnir fara fram einaferð í framtíðini í landinum Panem, har Norðuramerika einaferð var. Í Panem er glæsuligi býurin Capitol umgyrdur av tólv fátækum sýslum. Stýrið í Capitol er harðrent og miskunnarleyst og heldur sýslunum niðri við at noyða tær allar at senda ein drong og eina gentu ímillum tólv og átjan ár til Hungursleikirnar, sum eru á hvørjum ári. Her skulu tey stríðast, til øll uttan ein liggja eftirá, og alt verður sent beinleiðis í sjónvarpi. Sekstan ára gamla Katniss Everdeen sær tað sum ein deyðadóm, tá ið hon tekur plássið hjá yngru systrini í leikunum. Men Katniss hevur verið nær deyðanum fyrr – og at stríðast fyri at yvirliva er henni ikki fremmant. Hon mennist í stríðnum, men skal hon vinna, noyðist hon at taka avgerðir, sum viga viljan at liva upp ímóti miskunnsemi og lív upp ímóti kærleika.

  • af Sólrún Michelsen
    88,95 kr.

    Kol og Aya hava fingið eina trupla uppgávu og tey hava onga hóming av, um tey eru før fyri at loysa hana. Men hava tveir geislasteinar og tveir hava størri kraft enn ein.Onnur bókin um Kol og Ayu. Aya fær eins stóran leiklut og Kol. Eisini hon er útvald at vera vísi - tað eru tey serligu fólkini, ið hjálpa og vegleiða bygdafólkinum - og saman verða tey send út á eina umráðandi og vandamikla ferð. Men fyrst noyðist Aya einsamøll at royna seg, tá ið hon villist til eldfólkið, ið er hótt av undirgangi.

  • af Sterling North
    88,95 kr.

    Hugtakandi søga um ein tólv ára gamlan drong og besta vin hansara - tomu vaskibjørnina Knassa.

  • af Ole Lund Kirkegaard
    88,95 kr.

    Gummi Tarzan er ein heit og stuttlig søga um drongin Ivan Olsen, sum verður ein rættur Tarzan í ein dag við hjálp frá eini rættiligari gandakelling.

  • af Bent Faurby
    88,95 kr.

    Jan er í knípu, hann torir ikki at fara inn í krambúðina at stjala, hann torir heldur ikki at siga nei. Tí ger hann ikki sum Per og Heindrikkur vilja, fara teir at siga skúlastjóranum, hvat hann hevði gjørt í fyrsta tíma.

  • af Ingun Christensen
    88,95 kr.

    Søgan um Katrina í Toftum byggir á søgnina, Katrin í Toftum; søgnin er út Hósvík frá seinast í 18. øld.

  • af Jógvan Isaksen
    88,95 kr.

    Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini.

  • af Thorbjørn Egner
    88,95 kr.

    Øll kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju.

  • - Sannleiki ella avleiðingar
    af Annika Thor
    88,95 kr.

    Tá ið Nora byrjar í sætta flokki, er onki longur, sum tað plagar at vera. Sabina, sum hevur verið besta vinkona hennara, síðan tær vóru smágentur, vil nú bara vera saman við Fanný og teimum hørðu í flokkinum. Karin vil vera saman við Noru. Men vil Nora vera saman vil Karini?

  • af Marjun Syderbø Kjelnæs
    88,95 kr.

    Alt livandi stunar eftir orsøk.Níggju stuttsøgur um lindir og leitan.At bora inn í menniskjasinnið krevur djarvar kanningar og eina tilbúgvingarætlan fyri lívið, men roynast má tað! Og hygg, hvussu tey øll leita rundan um teg, trilva seg fram í myrkri, dansa oman eftir smølum trappum við vindi í hárinum, ríða gjøgnum tóma rúmd.

  • af Lene Kaaberbøl
    88,95 kr.

    Drekin kom úr skugganum út í veika mánalýsið. Roðslan glitraði sum perlumóðir, og langi kroppurin brandaði sum aldur í mánalýsinum. Hvassa tungan gekk kyk út og inn úr kjaftinum, sum royndi hann at smakka luftina. Tað er ikki við góðum vilja, at Dina er stødd í Drekagarðinum í Dunark. Hon er ræðslusligin, og hægsta ynski hennara er at vera ein heilt vanlig genta, sum hevur heilt vanligar vinkonur. Men soleiðis er ikki, tá ið tú ert dóttir Skammarans, og eingin torir at hyggja inn í eygu tíni.

  • af J.K. Rowling
    88,95 kr.

    Harry hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinastu horcruxunum hjá Voldemort. Ongantíð áður hevur hann kent seg so einsmallan, ongantíð hevur lagnan kenst so tung. Men Harry noyðist onkursvegna at finna ta styrki inni í sær sjálvum, sum krevst at fullføra uppgávuna, honum er litin í hendi.Hann má fara úr fjálgu Kaninholuni og óttaleysur, uttan at ivast, má hann ganga miskunnarleysu gøtuna, sum honum er ætlað at fara.Í sjeyndu og seinastu bókini svarar J.K.Rowling hegnisliga teimum mongu spurningunum, ið so mong hava bíðað spent eftir.Søgan um Harry Potter hevur hugtikið lesarar í milliónatali kring allan heim, síðan fyrsta bókin kom út í 1997.

  • af Elena Favilli & Francesca Cavallo
    88,95 kr.

    Í bókini kanst tú lesa um 100 kvinnur úr allari verðini: journalistar, politikarar, drotningar, rithøvundar, rokkstjørnur, teldufrøðingar, ballettdansarinnur, vísindafólk og mangar, mangar aðrar. Hon er egnað sum lesnaður hjá bæði smáum og stórum.

  • af Elin Mortensen
    88,95 kr.

    Ein frágreiðing um at vera ung undir krígnum. Søgan sigur serliga frá lívinum hjá trimum vinkonum, og lagnum teirra, sum var sera ymisk.

  • af Anne Frank
    88,95 kr.

    Nógv skriva dagbók, men fáar munnu verða vorðan almannaogn, sum henda hjá gentuni Onnu Frank. Í dagbókini, har ein stórur partur er skrivaður, meðan hon saman við familjuni og øðrum fjaldu seg í Amsterdam fyri týska hervaldinum. Í dagbókini fáa vit eina mynd av einari púra vanligari ungari gentu, men hon hevur ikki ein vanligan gerandisdag. Vit fáa sum lesarar innlit í tankar og kenslur hennara, hvussu tað er at liva avbyrgd og í ævigum ótta fyri at verða tikin.

  • af Jostein Gaarder
    88,95 kr.

    Georg er fimtan ára gamal. Ein dagin fær hann eitt bræv, sum pápin hevur skrivað til hansara, beint áðrenn hann doyði, um gátuføru appilsingentuna.Appilsingentan er ein heit, veruleikakend og bergtakandi søga um at liva, elska og doyggja.

  • af J.K. Rowling
    88,95 kr.

    Sum vant leingist Harry Potter eftir at sleppa aftur í Hogwarts og fáa at vita, hví Ron og Hermione hava verið so loyndarfull og tigandi alt summarið. Men fimta árið í Hogwarst gerst hvørki lætt ella gott hjá Harry. Gandamálaráðið trýr hvørki Harry ella Dumbledore, tá ið teir siga, at Voldemort er afturkomin. Ráðið setur eitt umboðsfólk, ið skal hava eftirlit í skúlanum og fáa Harry at tiga - og avleiðingarnar eru skelkandi.Harry hevur annars sítt at dragast við. Hann verður nú fimtan ára gamal, og lagið er skiftandi: Tað skal lítið til, so øsir hann seg upp. Hann er ofta illur, sjáldan kátur - og forelskaður. Tað er trupult at standa á gáttini til ein vaksnamannaheim, ið ikki er so einfaldur, svartur og hvítur, sum hann helt. Undurbarnið, ið bjargaði Vitramannasteininum, er um at gerast ein meira fjølbroyttur tannáringur.

  • af J.K. Rowling
    88,95 kr.

    Voldemort, tann óndi gandakallurin, ið drap foreldrini hjá Harry, sum er afturíafturkomin, og fremur enn eina illgerð. Harry er í summarfrítíð, tá ið søgan byrjar. Harry gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla. Nakað serligt er á skránni í ár: Heimsmeistararskapurin í quidditch er í Onglandi, og Arthur Weasly, pápi Ron, hevur skaffað teimum øllum atgongumerki til finaludystin. Fosturpápin játtar Harry at sleppa við Ron og teimum, men tað er ikki við góðum vilja… Quidditchmeistaraskapurin gerst ein ógloymandi uppliving, ikki minst tí myrkursins gandakallar nýta høvi at føra seg fram.Nakað serligt er á vási í Hogwarts í ár: ein loyndarfull kapping, sum tveir aðrir skúlar taka lut í. Harry og øll hini fáa onki at vita, fyrr enn tey eru komin á skúlan. Brátt snýr alt tosið seg um kappingina, og samstundis gera Voldemort og hansara fólk alt meira um seg.

  • af Thorbjørn Egner
    88,95 kr.

    Les um dólgarnar, Kaspar, Jaspur og Jónatan, um Suffíu mostur, Bastian politimeistara og mong onnur í hesum frálíka klassikara.

  • af J.K. Rowling
    88,95 kr.

    Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.

  • af Marjun Syderbø Kjelnæs
    88,95 kr.

    Hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullshitinum? Hvat tá?

  • af J.K. Rowling
    88,95 kr.

    Sætta árið hjá Harry Potter hevur longu fingið eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum ...Hóast hásummar er, liggur ein slavin toka, ið als ikki hoyrir árstíðini til, og bilgist móti vindeygunum. Fjáltur er á Harry Potter, nú hann situr í kamari sínum hjá Dursley fólkunum í Privetgøtu og bíðar eftir at sjálvur Dumbledore professari skal koma á vitjan. Eina ta seinastu ferðina hann sá skúlastjóran, var hann í harðari orrustu við Lord Voldemort, og Harry hevur ilt við at trúgva, at Dumbledore professari veruliga ætlar at koma at vitja hjá Dursley fólkunum. Hví kemur professarin nú at vitja hann? Hvat er tað, sum ikki kann bíða, til Harry kemur aftur á Hogwarts um nakrar fáar vikur?

Gør som tusindvis af andre bogelskere

Tilmeld dig nyhedsbrevet og få gode tilbud og inspiration til din næste læsning.