Bag om Harry Potter og eldbikarið
Voldemort, tann óndi gandakallurin, ið drap foreldrini hjá Harry, sum er afturíafturkomin, og fremur enn eina illgerð. Harry er í summarfrítíð, tá ið søgan byrjar. Harry gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla. Nakað serligt er á skránni í ár: Heimsmeistararskapurin í quidditch er í Onglandi, og Arthur Weasly, pápi Ron, hevur skaffað teimum øllum atgongumerki til finaludystin. Fosturpápin játtar Harry at sleppa við Ron og teimum, men tað er ikki við góðum vilja… Quidditchmeistaraskapurin gerst ein ógloymandi uppliving, ikki minst tí myrkursins gandakallar nýta høvi at føra seg fram.
Nakað serligt er á vási í Hogwarts í ár: ein loyndarfull kapping, sum tveir aðrir skúlar taka lut í. Harry og øll hini fáa onki at vita, fyrr enn tey eru komin á skúlan. Brátt snýr alt tosið seg um kappingina, og samstundis gera Voldemort og hansara fólk alt meira um seg.
Vis mere